Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Grindin hildin til eftir kappróðurin

Dávur Winther

Grindaboð, sum varð funnin eystanfyri Viðoynna, er rikin móti Hvannasundi – men verður goymd til ca. kl. 18 – eftir at kappróðurin er liðugur!

Tað var Vaktarskipið Brimil, sum fann grindina um hálvgum tólv í dag. Talan er um eini 100 hval. Sum sagt, er at hon rikin inn á Hvannasund, sigur Jens Jensen sýslumaður við Norðlýsið.

Grindin verður goymd ella hóliga fylgd, so til ber at bíða við drápinum til eftir kappróðurin, verður sagt úr Hvannasundi.

 

Harleyfacadeacryl