Tá ið tey gróvu út í víkingaaldartoftunum í Borðoyarvík síðsta summar, funnu tey eina vakra bláa perlu frá umleið ár 1000, skrivar Kringvarpið á heimasíðu sínari
- Vit siga í skemti, at hetta er ein KÍ-perla, tí hon hevur tann eyðkenda bláa litin, sigur ein brosandi Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur á Tjóðsavninum.
Tað er í víkingatoftunum Niðri í Toftum í Borðoyarvík í Klaksvík, at tey hava funnið perluna. Fólk frá Tjóðsavninum tók upp aftur forngrevstur har síðsta summar.



