Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Árni spyr um skanning av prostata sjúklingum

Jóhann Lützen

Seinastu dagarnar hevur ein søga um 28 sjúklingar, sum ikki sleppa til skanningar í Føroyum, veri at síggja í miðlunum. Tað er við stórari undran at unduritaði hevur fylgt við í hesari miðla-søguni

 

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52 í Tingskipanini

 

Spyrjari:  Árni Skaale, løgtingsmaður

 

Svarari:  Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum

 

Evni:  Skanning av prostata-sjúklingum

 

 

Spurningar:  

 

1.     Hvussu nógv kostar tað at senda 28 sjúklilngar til Danmarkar til skanningar fyri prostata.

2.     Hvussu nógv hevi tað kosta at gjørt hesar skanningarnar í Føroyum.

3.     Eru fyrireikingarnar, í samband við at ein skannari er settur upp á klaksvíkar sjúkrahúsið, gjørdar á nøktandi hátt.

4.     Hvør er orsøkin til at hesir 28 sjúklingarnir ikki kunnu skannast í Føroyum.

 

 

Viðmerkingar:

Seinastu dagarnar hevur ein søga um 28 sjúklingar, sum ikki sleppa til skanningar í Føroyum, veri at síggja í miðlunum.

Tað er við stórari undran at unduritaði hevur fylgt við í hesari miðla-søguni.

Mótstríðandi røddir hava veri frammi um hetta málið, so fyri at fáa ítøkiligar upplýsingar, verða hesir spurningarnir settir.

 

 

 

Á Løgtingi, 6. Juni 2024

 

Árni Skaale