Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýtt summar hitt frá Heiðrik og Guðrið Hansdóttir

Jóhann Lützen

Í dag útgeva  Heiðrik á Heygum og Guðrið Hansdóttir eitt nýtt staklag út. Lagið eitur ”Setandi sól” og er eitt dansivinarligt summarlag.

 

Heiðrik og Guðrið eru bæði eru kend nøvn á føroyska pallinum og hava arbeitt saman í ymiskum samanhangum seinastu 20 árini, og nú var tíðin komin at geva eitt nýtt lag út saman. Lagið “Setandi sól” snýr seg um eitt par, ið hevur avgjørt at leggja allar teirra fortíðartrupulleikar og sorgir aftanfyri seg og velja at byrja av nýggjum, tá sólin rísur.

 

Heiðrik og Guðrið hava skrivað orð og lag og upptøkur og framleiðsla er gjørd í Hoydølum av Heðin Ziska Davidsen og Per. I Højgaard Petersen. Umframt staklag, kemur eisini nýtt myndband út, sum Heiðrik hevur leikstjórað og framleitt og Gweneal Helmsdal Carré hevur filmað. Lagið er tøkt á øllum stoymingstænastum og myndbandið kann síggjast her: https://www.youtube.com/watch?v=wrAYDJGFARA