Sigrarnir hjá oddaliðnum Víkingi eru meira sannførandi enn hjá avbjóðarunum HB og eisini liðunum aftanfyri.
KÍ hevur vunnið 11 av teimum 15 dystunum í landskappingini higartil. Men nógvir hava verið teprir, tí heili átta (73 %) eru vunnir við einum máli. HB hevur somuleiðis vunnið átta sigrar (62 %) við einum máli, men HB hevur samanlagt vunnið tveir dystir fleiri enn KÍ, so lutfalsliga hevur KÍ fleiri eittmálssigrar.
Oddaliðið Víkingur hevur bara tríggjar sigrar (21 %) við einum máli av 14 sigrum. B36 og NSÍ bara tveir sigrar við einum máli.
Sigrar við einum máli:
8: KÍ og HB
3: Víkingur
2: B36 og NSÍ
Í prosentum av sínum sigrum:
73 %: KÍ
62 %: HB
33 %: B36
25 %: NSÍ
21 %: Víkingur
Hetta merkir, at KÍ er lutfalsliga oftast ’’nær’’ við ikki at vinna, meðan Víkingur sjáldan hevur verið nær við ikki at vinna av sínum sigrum.
Kelda: FaroeSoccer



