Vit sóknast eftir einum gomlum motorbáti í samband við ein stuttfilm, sum gongur fyri seg í Klaksvík í 1950 árunum, alt hevur áhuga, sigur Mariann Sofisdóttur við Norðlsið
Stuttfilmurin kallast Ein raskur drongur og snýr seg um 7 ára gamla Karl, hvørs hundur skal avlívast. Talan er um eina veruliga søgu úr Klaksvík, sigur Mariann.
Upptøkurnar til filmin skulu gerast í døgunum 2. august – 6. august og motorbáturin hevur ein týðandi leiklut.
Vit hava leita, men hava ongan bát funnið og heita tí á fólk um at venda sær til okkum, um tey hava áhuga at lána okkum ein motorbát líknandi tí á myndini, sigur Mariann.
Vit lata 5.000 krónur fyri lán av bátinum, sigur Mariann.
Áhugaði kunnu skriva t-post til Mariann her.



