Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Straight Ahead Veðraplátan er loksins aftur, eftir 46 ár

Tíðindaskriv

Hon kemur út nú mikukvøldið 3.juli kl 18:00 á Café Fríða á Biskupstorginum í Klaksvík.

Nýggja útgávan er “remastra” hegniligani av Finnur Hansen & Óla Poulsen. Móttøka verður i hesum sambandi á Café Fríðu, har tit øll eru hjartaliga vælkomin.

Jørgin Dahl & Archibald Black siga nøkur orð um útgávuna í sínari tið og Rani Nólsøe ferð at hugleiða um sjálva LPina, eins og Gissur Patursson, ið var produsari av LPini, ið LM-handilin gav út.

Sjálvandi ber til at ogna sær LPina, ið Tutl gevur út á hesum sinni; signeraða á staðnum og ein flotta T-shirt.

I samstarvi við Føroya Bjór er eisini gjørd ein sera flott Straight Ahead øl, ið eisini høvið verður at smakka og annars fara vit at hugna okkum við at hoyra Veðra LPina spælda – á plátuspælara, sjálvandi.

KOMIÐ ØLL VIÐ mikukvøldið 3. juli kl 18:00

Harleyfacadeacryl