Karl Johansen verður eitt av valevnunum á sambandslistanum, tá kommunuval verður í Klaksvíkar kommunu týsdagin 12. november í ár
Hetta váttar Karl fyri Norðlýsinum, tá vit spyrja hann í telefonini um hann hevur ætlanir um at stilla upp til komandi býráðsval.
Uppstillingarfundir hjá teimum ymsu valfeløgunum fara at taka dik á seg komandi tíðina og Norðlýsið fer, sum vant at fylga væl við uppstillingunum og býráðsvalinum.



