Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Árni Frederiksberg stjól sigurin fyri KÍ

Jákup Ósá

KÍ hevði tað leikliga sera torført, men Árni Frederiksberg byrjar har hann slepti í fjør summar í Champions League, og tá ber alt til.

Leikliga sæð var hetta kanska vánaligasti heimadysturin hjá KÍ í altjóða fótbólti í fleiri ár havandi styrkina á ymisku mótstøðuliðunum í huga. Men Árni Frederiksberg er mangan skarpur í altjóða dystum, og hann rakti ein slíkan dag. Fyrst fór hann ígjøgnum mitt fyri og smekkaði bóltin í málið í 12. minutti og beint áðrenn hálvleik fór hann umkoll og umsetti sjálvur brotssparkið til mál. 2-0 til KÍ, sum eisini gjørdist úrslitið.

 

Einki er avgjørt

Í málroyndum siga almennu hagtølini, at Differdange 03 vann málroyndahagtølini 26-6. Differdange 03 var tryggari á bóltinum og sterkari í nærdystunum. Men tá teir reyðu komu til avgerandi støðurnar, so manglaði tað síðsta. Tí støðurnar vóru nógvar í brotssteiginum hjá KÍ og KÍ hevur neyvan hesi síðstu árini havt tað so torført leikliga. Tað eydnaðist nærum ikki at varðveita bóltin aðrastaðni enn í verjuni. Tó skal KÍ-verjuparturin hava rós fyri at verja feltið væl í mongum støðum, serliga við innleggum. Differdange 03 hevði eina roynd á tvørstongina í fyrra hálvleiki og í seinna hálvleiki bjargaði Børge Petersen nær við mállinjuna einaferð. Helst var tað eisini ein stórur fyrimunur fyri KÍ, at Differdange 03 ikki hevði spælt dyst av týdningi síðani 26. mai, tí teir vóru óskarpir. 

Var ein slíkur dystur spældur 10 ferðir við hesi dystargongdini, so hevði Differdange 03 vunnið oftari. Fær KÍ ikki betri tak á dystarmyndini í Luksemborg, so kann verða skjótt, at 2-0 leiðslan verður etin upp.

 

Odmar Færø aftur á vøllinum

Saman við báðum málunum so var størsti fagnaðurin, tá áleið 80 minuttir vóru spældir, tí tá kom Odmar Færø inn til sín fyrsta dyst í 2024. René S. Joensen kom eisini á vøllin, og so verður Jóannes K. Danielsen eisini tøkur til seinna dystin. Verða hesir heilt klárir, so verður liðið helst eisini betri. Tí tað skal sigast, at fleiri av KÍ-leikarunum hava ikki bestu fortreytir at avrika væl, tí m.a. vóru tríggir nýggir leikarar í uppstillingini, sum ikki hava spælt í hálvt ár, áðrenn teir komu til KÍ í summar. Og fleiri av hinum hava mist fleiri tíðarskeið vegna skaðar.

2-0 var eitt ynskisúrslit undan dystinum hjá fleiri og undir vanligum umstøðum er tað eitt gott útgangsstøðið, men fleiri sum sóu dystin munnu eisini stúra eitt sindur yvir, um hetta fer at venda á útivølli, tí vakurt ella trygt sá tað ikki út.