KÍ leigar fleiri leikarar út.
KÍ skrivar:
KÍ og ÍF hava gjørt avtalu um leigu av Silas Gaard og Símun Kalsø
Teir eru fjóðri og fimti leikararnir, sum KÍ leigar út í seinni hálvu í ár. Báðir hava vant og verið í dysti á besta mansliðnum síðstu árini. Vit vóna at teir í heyst fáa enn meiri dystarvenjing á hægsta stigi og kunnu menna seg víðari.
Vit í KÍ ynskja Silas, Símun og ÍF bestu eydnu tað sum er eftir av hesum kappingarárinum



