Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mikkjal K. Thomassen skiftir frá Fredrikstad til AIK

Jákup Ósá

Føroyski venjarin við drúgvari fortíð í KÍ skiftir felag.

Í morgun boðaði Fredrikstad frá, ar Mikkjal K. Thomassen gevst í norska felagnum, tí hann hevur takkað ja til annað felag. Svenskir miðlar skriva, at talan er um svenska felagið AIK, sum hevur leitað eftir venjara síðstu síðina. AIK liggur nummar 12 av 16 liðum í bestu svensku deildini, men spældi um svenska meistaraheitið so seint sum í 2021, men tapti tá uppá málmun.