Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann avgerandi umfarið

Jákup Ósá

Vegurin til bólkaspæl bleiv munandi lættari eftir, at KÍ í gjárkvøldið vann í Luksemborg.

Tað endaði 0-0 í einum dysti, har KÍ var í verjustøðu størsta partin av dystinum. Eitt reytt kort til Differdange áðrenn hálvleik gjørdi umstøðurnar nógv betri, og KÍ hevði gott tamarhald á verjupartinum tað mesta av dystinum.

At vinna 1. umfar er ofta lykilin til at koma í bólkaspæl. Tí tá krevst bara ein sigur afturat, meðan tapararnir av 1. umfari mugu vinna tríggjar uppgerðir fyri at koma í bólkaspæl.

KÍ fær nú tríggjar møguleikar at koma í bólkaspæl. Tann fyrsti verður móti svensku meistarunum úr Malmø.

Harleyfacadeacryl