Stórur áhugi er fyri dystinum.
Fyrri dysturin móti Liepaja úr Lettlandi endaði 1-1. Sostatt er stórur spenningur undan kvøldsins dysti, har alt skal avgerast.
Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 19.00 og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo. Eingin durasøla verur. Langsíðurnar eru útseldar, men pláss eru aftanfyri málið.



