Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Takk fyri 20 ár við hittum á Vágsbøi

Jóhann Lützen

Persónliga er minniligasta løtan í 2007, tá Scorpions rokkaðu Vágsbø sum ein hurricane. Klaksvík rokkaði! Tað mundi vera lagnunar speisemi at allur festivalurin reyk í luftina kvøldið eftir, tá ódn brast á í Klaksvík

 

Lat tað vera sagt beinanvegin, at yvirskriftin er eitt sindur misvísandi. Hevði alt verið sum vant, var Summarfestivalurin í ár tann 21. í røðini. Men vegna 2 ár við Corona-farsóttini, har festivalurin varð avlýstur, er hann tann 19., ið verður hildin. Men rætt er tað, at í 2024 eru 20 ár síðani tann fyrsta Summarfestivalin, ið hildin varð.

Sjálvt startskotið til tað, sum seinni gjørdist til Summarfestivalin, mundi vera ein røð av konsertum ein summardag úti í Grøv um aldarskiftið. Hugsanir vóru frammi um at staðseta festivalin har, men vegna náttúruatlit til skroypiliga gróðurin úti í Grøv vóru tær ætlanirnar sleptar. So lá eitt sindur stilt í eina tíð, til hugskotið um at staðseta festivalin í sjálvum hjartanum av Klaksvík kom, og tað vísti seg at vera eitt tað størsta plettskotið í føroyskari tónleikasøgu. Síðani tá hevur Summarfestivalurin verið hildin á Vágsbøi.

Sum við so mongum nýggjum hugskotum var byrjanin varislig. Lagt var upp til ein einstakan stóran dag, leygardag, við nakað av tónleiki eisini fríggjakvøld og sunnudag. Ken Hensley og Boney M vóru stóru útlendsku nøvnini, og so var eisini ein kavalkada av føroyskum nøvnum sum Frændum, Hjarnum, Rag Rags, Týr, Hanusi G. Johansen, Pæturi við Keldu, Terja Rasmussen og fleiri øðrum. Festivalurin gjørdist alt fyri eitt ein stór succes, og tiltakið gjørdist varandi og árliga afturvendandi.

Skjótt gekst eisini við at assimilera Summarfestivalin í Norðoya-universið, um til ber at tosa um eitt tílíkt. Skjótt sást eitt Silvaland á festivalinum, eins og Trølla-Pætur og kúllasliga omma hansara gjørdust fastur partur av skránni, og Föroya Bjór er eisini við til at seta sín dám á. Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur vanliga fingið sínar dystir í fremstu mansdeildini til at vera heimadystir undir festivalinum, og alt hetta dregur sjálvsagt fleiri fólk til Klaksvíkar. Ein synergieffekt, sum veruliga vil nakað.

Spyr man tey meira tilkomnu, hvør festivalur var tann mest minniligi, vilja fleiri nevna árið 2006. Tað árið var greytatjúkt í mjørka í Vágum, men eftir 36 tímar á flogi kom høvuðsnavnið, Roger Hodgson, á pallin, og vit hoyrdu ”Oh my God, it is dawning!” í mikrofonini. Tá vóru vit nevniliga komin langt inn í sunnumorgunin, og allíkavæl stóðu hundraðtals, ja, túsundtals fólk framvegis á Vágsbøi, spent eftir at hoyra Hodgson. Persónliga er minniligasta løtan tá Scorpions rokkaðu Vágsbø sum ein hurricane. Klaksvík rokkaði! Tað mundi vera lagnunar speisemi at allur festivalurin reyk í luftina kvøldið eftir, tá ódn brast á í Klaksvík. 

Síðani byrjan hava heimsnøvn sum Shakin’ Stevens, The Scorpions, Smokie, Robin Gibb úr Bee Gees, Westlife, Ronan Keating, Twisted Sister, Roxette, Cliff Richard, Boyzlife, Toto, Aqua, Alan Walker, Europe, Suzy Quatro og nú koma eisini Uriah Heep. Umframt heimsnøvnini hava crème de la crème úr norðurlendskum og føroyskum tónleiki eisini framført á Summarfestivalinum, og í kvøld klokkan 22 verður fagnaðarkonsert fyri at markera hesi tjúgu árini við rokki í heimsflokki, har hittini hava hitst.

Summarfestivalurin er í dag so nógv annað enn tónleikur á Vágsbøi. Summarfestivalurin er hugni og trivnaður kring í Klaksvík. Fólk koma til Klaksvíkar í bátum, bilum, bussum og kampingvognum. Gestir tjalda eisini og sermerkti blíðskapurin hjá býarfólkinum kemur til sjóndar. Øll húsini eru full av fólki, teimum innføddu eins og familju, vinum og kenningum. Skúlar, felagshús, neyst og aðrar kroysur verða eisini brúkt hesar dagarnar. 

Á brúnni á Summarfestivalinum og harvið eisini sum andlit úteftir hava øll árini staðið Steintór Rasmussen, Erik Biskupstø, Eyðun Klakstein og Jonhard Hammer. Teir báðir fyrru sum frammanundan vóru kendir úr klaksvíksbólkunum Aria og Frændum. Hóast tað krevst ein øgilig arbeiðsorka til at fyriskipa Føroya størsta tónleikatiltak ár út og ár inn, so eru teir øll, ella í øllum førum næstan øll, árini farnir upp á pallin sjálvir at framføra, og verða teir uttan iva at síggja aftur í ár. Frændur, sum í ár fyllir 40 ár og harvið eru dupult so gamlir sum festivalurin, eru nevniliga á skránni náttina til sunnudag. 

Takk fyri tónleikin, øll tit, ið hava givið okkum summarfestivalar í tjúgu ár!

Harleywoodpaint