Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskikapping á Kósabrúnni fyri øll børn í dag kl. 17.00

Jóhann Lützen

Tann, ið fiskar størsta fiskin verður útnevndur fiskikongur/drotning, fær handað steyp umframt gummibát til tveir persónar

 

Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við.

Tilmeldingin er á Kósabrúnni, har luttakarar fáa agn, posa og pappírslepa at skriva navn og fartelefonnummar á.
Møtið í góðari tíð.

Silvi vitjar, og børn og vaksin fáa kaffi, kakao og góðgæti.

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2, og 3 í hesum bólkum:

Gentur undir skúlaaldur, dreingir undir skúlaaldur, gentur í skúlaaldri og dreingir í skúlaaldri.

Hesi 12 fáa eisini øll hvør sítt atgongumerki til Sirkus Baldoni í Klaksvík umframt tinganest frá Kjølbro Heilsølu.

Tann, ið fiskar størsta fiskin verður útnevndur  fiskikongur/drotning, fær handað steyp umframt gummibát til tveir persónar frá Mítt Alfa, virði 1.199 kr.

Heiðursmerkjahandanin verður á stóra palli á Sjómannadegnum leygarmorgunin 19. august kl. 11.20

 

Sí skránna fyri Føroya Sjómannadag her