Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Fiskikapping á Kósini, síðani vatnkríggj

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Bæði verjuskipið og Brimil hava gjørt klárt til vatnkríggi. Kl. 17.00 er fiskikappingin og kl. 18.00 byrjar vatnkríggið. Annars var sera nógv virksemi úti í Klaksvík, tá vit vitjaðu fyri hálvum tíma síðani. Á Looknorth arbeiddu tey av øllum álvi at fáa restaurantina og framsýningina upp at standa. Nýggja Fish & Chips búðin hjá J.F.K og Gadus er nú um at vera liðug. Í einum telti var nógv fólk hjá Christian í Grótinum til arbeiðis. rógvingarhylurin var um at vera uppfyltur og fleiri telt vóru um at vera reist ímeðan stóra telti har nógv virksemi skal vera leygardagin er langt síðani liðugt uppsett.

Jú Føroya Sjómannadagur fer av í gongd við uttanduravirkseminum um stutta løtu og í kvøld vera tað børnini, ið kunnu hugna sær saman við vaksnum í fiskikappingini og vatnkrígginum. Í morgin verður byrjað snimma við drúgvari skrá.