Mentanarhúsið, Varpið, fekk forkunnuga vitjan á Sjómannadegnum í Klaksvík, leygardagin.
Ikki færri enn 24 næmingar frá 1950 árganginum í Klaksvíkar Skúla, høvdu hendan dagin, leitað sær til Klaksvíkar, sum ein liður í at røkja sosiala sambandið millum gamlar næmingar, sum ofta hava haft støri og minni tiltøk.
Tað størsta tiltakið av hesum slagnum var, tá 60 ár vóru liðin síðani farið var í skúla í 1957.
Síðani hava næmingarnir haft regluligt samband.
Men á Sjómannadegnum, leygardagin, skuldi Mentunarhúsið, Varpið, so vitjast.
Hetta hús hevur fingið nógva umtalu, tí Varpið hevur eitt serligt arkitektoniskt snið.
Tað plagar at vera sagt, at “Kært barn har mange navne”. Tað livir Mentunarhúsið jú upp til.
Tað er heilt týðiligt, at fólk eru ójøvn á málið um útsjóndina. Summi halda, at bygningurin hevur eitt sermerkt, men flott og modernað snið, meðan onnur halda at húsið er ljótt, og minnir mest av øllum um ein niðurskornan ost.
Nú er húsið sambygt við posthúsið, og tað kann vera orsøkin til, at fólk ikki síggja tað geniala í, at modernaður arkitekturur, lýsir broytingina við gamla og eyðkenda stílin hjá Jákup Paula Gregoriussen, sum bæði teknaði telefonstøðina, og posthúsið, sum nú møtast “hond í hond”.
Men sjálvt um nógvar meiningar eru um útsjóndina, og mest tí, at her eru tað arkitektar, sum hava torað at skifta kós frá tí siðbundna, sum í veruleikanum eisini var ein av treytunum fyri at fáa fíggjarligan stuðul frá útlendskum grunni til prosjektið.
Men tey flestu hava haft á orði, at Varpið er ógvuliga funktionelt, hóast ikki allir snøklar enn eru komnir uppá pláss.
Næmingarnir fingu ein túr gjøgnum húsið við Annfinni Heinesen, stjóra, sum ferðaleiðara.
Tað var áhugavert, men best at uppliva við at vitja húsið, og áhugin er stórur.
Vit komu inn í nýggja mentanarhúsið, og gingu gjøgnum samanrenningina við posthúsið, har vit komu upp í ovastu hædd, har táverandi stjóri á Posthúsinum, Jóin Sigurðsson, búði.
Síðani var farið víðari, og innaftur í Varpið, tá varð lagt til merkis, at tað knappliga bleiv undanbrekka, sum aftur leiddi tankarnar til tað serliga sniðið uttan, men knappliga vóru vit ovast uppi, og hugdu niður á pallin.
Tað sermerkta var, at setrini á stólunum, máttu trýstast niður, men tá fólk reistu seg, fór stólasetrið uppaftur, og so var tað hesin serligi akustikkurin (ljóðið) í rúminum, sum var gjørt nógv burturúr. Fágreiðingin var, at fleiri túsund “træpinnar”, ið vóru skornir ymiskt í endunum, skuldi tryggja ljóðið, saman við veggunum, sum kundu flytast, og harvið stýra ljóðinum frá pállinum.
Stjórin, Anfinnur Heinesen, váttaði, at tónasmiðurin, Sunnleif Rasmussen, hevur sagt um akustikkin í Mentunarhúsinum, Varpið, at Varpið hevur besta ljóðið í Føroyum, akustikkurin er enntá munandi betur enn í Norðurlandahúsinum, og tað sigur so ikki einki um nærlagni, at fáa eitt gott og funktionelt hús.
Stjórin helt seg vita, at onkur góð sangrødd var í millum gomlu næmingarnar, og rópt var beinanvegin, Svenning Eysturdal, sum hevur sungið nógv í kóri, og hevur eina serliga góða rødd. Svenning játtaði at fara á pallin, so vit kundu sita á “balkongini”, og nýta ljóðið, sum veruliga gav eina góða ábending um, hvat Sunnleif Rasmussen, meinti um akustikkin í rúminum.
Men nakað, sum hevur fingið rættiliga nógva umrøðu er navnið, Varpið. Sum sagt eru næmingarnir 1950 árganginum. Tá fóru vit Norður á Varpið, oman á Varpið, ella yvir á Varpið, sum bygningurin kallaðist.
Her sat vinnarin av navnakappingini fyri Mentunarhúsinum, Poulina Slættanes, sum átti navnið, Varpið.
Grundgevingin var sera góð, tí talan var um at varpa út, og so var talan um eitt varp, og haraftrat varð staðfest, at gamla Varpið, sum vit kendu tað, ikki longur var til, tí húsið var langt síðani niðurtikið, og onki í sama umhvørvinum, bar heldur navnið víðari.
Tey flestu, sum vóru skeptisk, góðtóku, at Varpið, sum tey kendu tað, bara er til í minninum í einari aðrari tíð, og hildu, at Varpið hjá Poulinu, var eitt gott navn at geva Mentunarhúsinum.
Men stjórin Annfinnur Heinesen, helt, at tað var strævið, at fáa rakstur í húsið, og vónin var tí at landið fór at koma við eini játtan sum kundi stuðla uppundir raksturin, á sama hátt sum Klaksvíkar Kommunu longu ger. Varpið eigur jú at fá somu sømdir, sum onnur føroysk mentunarhús hava fingið.
Eitt er, at at tað kundi staðið fleiri stólar í salinum, og havið størri inntøkur, men “komforturin” hevði størri týdning; tað skuldi vera gott pláss til beinini.
Samanumtikið skulu fólk bara venja seg við húsið, og ikki ræðast, at tað nýggja møtir ti gamla. Og eftir mínum tykki skuldi politiska skipanin skammast um ikki at vilja stuðla hesum prosjektinum, bara tí umbønin kemur úr Klaksvík.
Dan Klein, næmingur í Klaksvíkar Skúla, 1950-árgangurin.



