Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Símun Gullaksen nýggjur deildarleiðari hjá Faroe Ship í Klaksvík

Jóhann Lützen

Faroe Ship hevur sett 54 ára gamla Símun Gullaksen sum deildarleiðara fyri frysti- og turrhøllini í Norðhavnini.

 

Frysti- og turrhøllin hjá Faroe Ship tekur 9.000 tons og árliga fara umleið 70.000 tons út frá terminalinum í Klaksvík.

Faroe Ship er einasta flutningsfyritøkan við staðseting í Klaksvík og vit ynskja at verða ein lokalur viðleikari hjá vinnulívinum í Norðoyggjum. Umframt at hýsa frystivørum kunnu vit eisini virka sum vøruhotel hjá øllum vøruinnflytarum, sigur Símun Gullaksen við Norðlýsið.

Símun byrjar í starvinum í dag.