Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skeið fyri nýggjum hjálparfólkum

klaksvik.fo

Hósdagin í síðstu viku varð skeið hildið fyri hjálparfólkum, ið nýliga eru byrjað í starvi á dagstovnaøkinum í Klaksvíkar kommunu. Talan er um eitt afturvendandi skeið, har Klaksvíkar kommuna bjóðar nýggjum starvsfólkum hendan møguleikan, fyri at lyfta námsfrøðiliga støði á stovnunum.

 

Endamálið við skeiðnum er geva starvsfólkum eina innleiðslu í nakrar av meginreglunum og amboðum, sum vera nýtt í dagliga virkseminum á dagstovanøkinum.

Undirvíst varð m.a. í:

  • Karmurin rundan um dagstovnarnar
  • Foreldrasamstarv
  • Relatiónir
  • Leikluturin hjá hjálparfólkum


Undirvísarar vóru: Anja og Sanna frá Námsfrøðiligu Ráðgevingini, og Niels Juel, samskipari á dagstovnaøkinum.

Vit ynskja hjálparfólkunum góða eydnu við starvinum.