Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini

Jóhann Lützen

Messan er eitt gott høvi hjá okkum at koma nærri okkara kundum og veitarum, sigur Árni Frederiksberg stjóri á Kjølbro heilsølu við Norðlýsið

 

Kjølbro heilsøla skipar fyri keypstevnu annaðhvørt ár fyri sínum kundum. Í ár varð stevnan hildin í KÍ høllini í sera góðum kørmum við veitarum hjá Kjølbro heilsølu úr Føroyum, Danmark, Norra, Hollandi, Onglandi og Kroatia. 

Vit eru sera væl nøgd við stevnuna í ár, tað hava verið fleiri enn 300 fólk innan handil, kantinu, matstovu og líknandi, upplýsir Árni. 

Dagurin hevur gingið væl, kundarnir eru farnir upplýstir til hús og vit eru spent uppá at síggja úrslitið av degnum, sigur Árni. 

Hetta er ein liður í at koma nærri kundanum og menna og vaksa um samstarvi við okkara kundar, sigur Árni Frederiksberg við Norðlýsið at enda

Harleyfacadeacryl