Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vóru í Seyðbergi eftir veðrum hósdagin

Jákup Ósá

Heystfjøllini norðanfyri eru byrjaði.

Har óhøgligt er at sleppa til verður ofta roynt at fara tíðliga á fjall og í vikuni hevur viðra onkrar dagar.

Hósdagin vóru teir á fjalli í fitilendinum Seyðbergi, sum liggur norðast á Kunoynni. Har komu 14 veðrar aftur av teimum 19, sum blivu sleptir. Møguliga er tað váta summarið, sum hevur gjørt, at onkrir veðrar eru omandotnir í brattlendinum. 

Poul Nicolai Steinberg tók nógvar góðar myndir frá degnum og nakrar síggjast niðanfyri.