Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kirkjukjallarin: Tá Kambur sakk

Jóhann Lützen

Áhugaverd løta í kirkjukjallaranum fríggjadagin 4. okt., kl 15.00: Um tá línubáturin “Kambur” sakk 6. februar í ár, har Heðin Skaale av Oyri var tann seinasti, ið varð bjargaður upp í tyrluna.

 

Heðin fer at siga frá ógvusligu hendingini fríggjadagin hin 4. oktobur kl. 15.00 í Kirkjukjallaranum.

Marjun Lómaklett hevur andakt. Drekkamuður verður.

Hjartaliga vælkomin!