Í gjár, sunnudag 6. oktobur 2024 var Altjóða Cerebral Paresu dagur. Liturin hjá Cerebral Paresu (CP) er grønur.
Fyri at varpa ljós á CP, hevur CP Føroyar heitt á ymiskar stovnar og kommunur í Føroyum um at lýsa grønt. Gleðiliga hava Tunnilsfelagið, Fólkakirkjan, Tórshavnar Kommunu og Mentanarhúsið Varpið játtað at stuðla menniskjum við CP í Føroyum, við at tendra grøna ljósið.
Ári Samson tók myndina


