Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mentanarnáttin Heystglóð í Klaksvík leygardagin 19. okt.

Jóhann Lützen

Seinastu mánaðirnar hevur Norðoya Kunningarstova arbeitt við einum nýggjum átakið, sum kallast Heystglóð.

 

Hetta snýr seg um eitt  vinnu- og mentanarátak fyri børn og vaksin, sum verður í heystfrítíðini.

Mentanarvikan Heystglóð byrjar mánadagin , tá skúlarnar hava fingið heystfrí. Vikan endar við einari sera spennandi mentanarnátt leygarkvøldið 19. Oktober har handlar, fyritøkur, sjúkrahús, brandstøð, politistøð og onnur lata dyrnar upp fyri einum fjølbroytnum og spennandi degi og kvøldið.

Leygarkvøldið eru tvær serstakar konsertir – stovukonsert við HEIÐRIKI kl 21 í gomlu húsunum hjá Waag og FRÆNDUR fer á pall í nýggja Kappróðrarnneystinum kl. 23.30

Skráin sæst á https://visitnorth.fo/ og á okkara fb síðu Heystglóð

Vælkomin á Heystglóð í Klaksvík