Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Valkafé á Varpinum

Dávur Winther

Allir flokkar, sum stilla upp til komandi kommunalval, bjóða seg fram í egnum klivum í Varpinum í kvøld.

Tað er snotiliga prýtt um í øllum hølunum, boðið verður kaffi og kakur, og so sjálvandi eisini eitt gott prát.

Tú fært litríkar seðlar við boðskapum hjá teimum ymsu valevnunum aftir við góðum ráðum.

Jú, her er hugnaligt og annarleiðis.

Týsdagin komandi 5. nov. kl. 19 verður eitt valkvøld afturat, sum sendir beinleiðis úr Varpinum umvegis Norðlýsið. Tað er Norðlýsið og Varpið, sum í felag skipa fyri hesum valfundinum, har áhoyrarnir fáa høvi at seta valevnunum spurningar.

Harleyfacadeacryl