Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Temadagur á Hotel Hafnia um epilepsi

Lýsingargrein

Temadagur um epilepsi verður á Hotel Hafnia 9. november 2024 Kl. 14.00 – 18.00

 

Hetta er skráin:

Kl. 14.00 Emil Rønnebech, formaður, bjóðar vælkomin

Kl. 14.15 Bjarki á Rógvi Hansen, vaksnamannaneurologur

· Hvørjar avleiðingar eru, tá tamarhald ikki fæst á epilepsiherðindunum

Kl. 14.45 Sosialráðgevar frá Almannaverkinum

· Hvørjir eru møguleikarnir at fáa hjálp frá Almannaverkinum, um trupulleikar eru

Kl. 15.30 Pausa – kaffi, te, køka og sandwich

Kl. 16.00 Peter Born, barnaneurologur

· Sálarligar og sosialar avbjóðingar av varandi epilepsiherðindum hjá børnum

Kl. 16.45 Knút Ellingsgaard, neuropsykologur

· Sálarligar og sosialar avbjóðingar av afturvendandi epilepsiherðindum hjá vaksnum

Kl. 17.15 Aimi Justinussen, granskingarhjálpari frá Fróðskaparsetrinum

· Samband millum tarm og heila (Gut-brain-axis)

· Kann “tarmmikrobiomet” hava ávirkan á epilepsi?

serliga hjá teimum, ið ikki hava gagn av heilivági

Kl. 18.00 Spurningar, kjak og endi

Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding innan mikudagin 6. november.

Tilmelding hjá Randfríð á tel. 554710, messenger ella teldupost rs@januar.fo – og á emilronnebech@gmail.com