Norðlýsið sendur beinleiðis frá Valkafé’ini í kvøld. Samrøður, greiningar og góður tónleikur í nakrar tímar.
Ragnar Joensen og Jóhann Lützen verða við og tosa um valfundin, sum var í Varpinum týskvøldi 5. november. Teir fara eisini at geva síni boð uppá mandatbýti, samgongumøguleikar v.m.
Harumframt verða samrøður við bæði veljarar og valevnir.
Kristian Joensen er vertur.
Trýst her fyri at hoyra valkaféina.
Til ber eisini at hoyra beinleiðis á FM 98,7



