Vit hava hugt eftir býtinum av býráðslimum, hvussu nógv hava hava valrætt, hava valt og hvussu nógvar atkvøður toppskjúttarnir hava fingið hesa øldina.
Vit síggja, at støðugastu flokkarnir hesa øldina til býráðsvalið hava verið Sambandsflokkurin (ein ella ongan býráðslim) og Javnaðarflokkurin (ein ella tveir). Hjá hinum flokkum skiftir tað meira.
Ongantíð áður hava so mong havt valrætt í Klaksvíkar kommunu. 4082 hava valrætt sum eru 40 fleiri enn seinast. Og rákið er, at vallutøkan veksur næstan hvørjaferð síðani 2008.
Vit síggja eisini, at toppskjúttarnir fáa fleiri atkvøður nú enn fyrr. Sí yvirlit niðanfyri.

Grein rættað 12.11.24 kl. 13.32.



