Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fáa vit met atkvøðutal fyri ein sum ikki sleppur inn?

Jákup Ósá

Yvir 115 atkvøður hava altíð verið nokk til at komið millum tey 11 innvaldu í Klaksvíkar kommunu, um ein flokkur hevur havt fleiri valevni.

Í 2016 var ein serlig støða, tá eitt valevnið hjá Sambandsflokkinum fekk 148 atkvøður, men til hetta valið var valevnið einsamalt á listanum og tí vóru tær umstøðurnar serligar. Á flokkum við fleiri valevnum hava 115 atkvøður altíð verið nokk, men vit hava sæð onkur valevni síðstu valini ligið um 110-115 atkvøður og ikki komið inn.

Spurningurin er so, um vit fáa eitt ella fleiri óheppin valevni, sum koma uppum hetta markið, men alíkaval ikki koma inn.