Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tín atkvøða ger mun

Wonik (David) Im

Um tit ikki velja broyting, so hendir eingin broyting. Og uttan tykkara stuðul, kann eg ikki gera mun

 

 

– “Tað er ordiliga spennandi at síggja nýggj andlit og hoyra nýggjar røddir!”

– “Vit hava brúk fyri broytingum her í kommununi”

– “Spennandi val!”

 

Hetta eru bert nøkur av orðunum, eg havi hoyrt frá fleiri, nú eg havi gingið runt og tosað við fólk í nærumhvørvinum. Og tað hevur verið sera mennandi og inspirerandi at hoyra, hvat fólk ynskja sær, og hvat tey halda, vit skulu gera ella broyta.

Men um tit ikki velja broyting, so hendir eingin broyting. Og uttan tykkara stuðul, kann eg ikki gera mun.

Í morgin hava vit møguleika til at gera okkara ávirkan galdandi. Eg brenni fyri at fremja broyting og menning í okkara kommunu ein kommuna, sum skal vera lokkandi fyri øll. Hesum vil eg arbeiða fyri:

  • Frítíðarkort
  • At endurskoða systkinaravslátturin
  • Ungdómur okkara eigur at hava fleiri møguleikar
  • Fyri okkara eldru skulu vit útbyggja tey tiltøkini, sum vit longu hava
  • Brúka bygningar í býnum til arbeiðsstøð
  • Skipa fyri netverkstiltøkum og veita vinnulívsráðgeving
  • Gagnnýta undirnýtt pláss, so sum Lundin á Bakkanum, Lundin á Akursmørk og miðstaðin á Biskopstorgi.
  • Røkja okkara bygningar, sum t.d. svimjihøllina, ið hevur brúk fyri átrokandi umvæling!
  • Fáa trygdina í lagi við klárt og týðiliga at arbeiða fram ímóti at dagføra gongubreytir og betra um ferðslutrygdina, soleiðis at okkara gøtur verða tryggari og meira atkomuligar fyri øll.
  • Stuðla okkara lokala tilfeingi, so sum handilsfelagnum, kunningarstovuni og mentanarhúsinum o.ø.
  • Endurbyrja og víðka integratiónsátøk
  • Fremja innbjóðandi tiltøk fyri øll í felagsskapinum
  • Styrkja mentorskipanir og møguleikar fyri at læra málið

 

Vel broyting!

X við Wonik (David) Im