Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Onnur ár, onnur ráð

Annika Maisonsdóttir Mellemgaard

Góðu borgarar í Klaksvíkar Kommunu eri eg so heppin, at tit velja meg í Klaksvíkar Býráð komandi setuna, so havi hugsað um hesi aðalmál at arbeiða við

 

Aðalmálini í virðisgrundarlag mínum byggja á tríggjar súlur, ið eru: tilfeingið, trivnaður og rørsla.

 

Tilfeingið

Føroyski kovin hevur nógv tilfeingi, ið als ikki verður nýtt. Hetta vil eg fegin varpa ljós á, hugsi bæði um tað í sjónum og á landi. Ítøkiliga haldi eg, at Klaksvíkar Kommuna kann menna nýtsluna av egnum tilfeingið, við at slóða fyri og eggja borgarunum til at næla t.d. grønnmeti – har vit kunnu hava felags lendi og vakstrarhús. Eisini eiga vit at leggja okkum eftir at fáa meira pening burt úr ferðavinnu, menntunar tiltøkum og at hýsa ráðstevnum. Heilt ítøkiliga hugsi eg um at menna tað, ið vit hava, soleiðis at vit stolt kunnu bjóða Klaksvíkina framm til vitjandi – umframt okkum sjálv. 

 

Trivnaður – felagsandi

Umráðandi fyri okkara bý er, at vit trívast. Mentanarlívið í Klaksvík er í blóma, og tað er gott. Men vit kunnu gera enn meira við at fáa ein savnandi miðdepil í Klaksvík, har vit byggja býin út frá miðuni á býnum. Eitt torg ella líknandi savningarstað í samband við Biskupstorgið. Eisini mugu vit betra um ferðsluviðurskiftini, so sum vegakervið, gongubreytir, parkeringsmøguleikar – møguliga eitt parkeringshús, alt so at kavarudding kann ganga lættari.

 

Rørsla

Fólk eru virkin í kommuni, vit hava nógv ymisk rørslu átøk til allar aldrar, og tað skulu vit framhaldandi hava. Nú eiga vit at taka síðsta takið á ítrottarøkinum og fáa eina fimleikarhøll ella marghøll, umframt at umvalt og betra svimjihøllina.

 

Við ynski um eitt gott val og góðan valdag

 

Annika Maisonsdóttir Mellemgaard 

X við E