Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Birita tekur sæti á tingi

Javnaðarflokkurin

28 ára gamla Birita Matras Petersen hevur í dag tikið sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.

 

Birita er úr Klaksvík og hevur júst lokið útbúgving sum søgufrøðingur á Fróðskaparsetri Føroyar. Hon hevur í fleiri ár verið virkin á Norðoya Javnaðarfelagi og í ungmannafelagnum SU.

Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Birita Matras Petersen 159 atkvøður. Hetta er aðru ferð at Birita tekur sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.

Javnaðarflokkurin ynskir Biritu hjartaliga vælkomnari á ting.