Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl: Vit hava avtala fund við Føroya Bjór

Jóhann Lützen

Vit fara at finna eina loysn sum allir partar eru nøgdir við, sigur Karl Johansen við Norðlýsið nú ávíst órógv hevur stungið seg upp um parkeringsviðurskiftini í miðbýnum við Føroya Bjór

 

Vit hava Karl Johansen í telefonini í morgun og spyrja hann hvat status er í parkeringsmálinum við Føroya Bjór, har stjórin Einar Waag hevur víst ónøgd við tilgongdina. Hetta gjørdi hann í grein í Norðlýsinum ígjár og herfyri eisini. 

– Vit leggja ikki málið fyri hetta umfarið, men vit taka ein fund og avgreiða málið soleiðis at allir partar eru nøgdir, sigur borgarstjórin við Norðlýsið.