Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Rotaryklubbi stuðlar Húsarhaldsskúla Føroya

Jóhann Lützen

Á lítlari samkomu í kvøld handaði Fríðin Ziskason, forseti í Klaksvíkar Rotaryklubba eina peningagávu til Jóhannu á Tjaldrafløtti, leiðara á Húsarhaldsskúla Føroya.

 

Klaksvíkar Rotaryklubbi vitaði í kvøld á Húsarhaldsskúla Føroya, har teir handaðu Jóhannu á Tjaldrafløtti, leiðara eina gávu, ið skal verða fíggjarligt ískoyti til innkeyp av innbúgvi o.ø til nýggja bygningin. 

Jóhanna á Tjaldrafløtti greiddi stutt frá tilgongdini at byggja nýggja bygningin, sum Húsarhaldsskúlin kemur at húsast í. Hon greiddi frá at skúlin skal fíggja helvtina av øllum innbúgvinum í skúlanum, sum er mett at kosta umleið 10 mió krónur. Tískil fegnaðist Jóhanna um peningagávuna frá Klaksvíkar Rotaryklubba