Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Logos Hope

Jóhann Lützen

Ella okkara gamla Norrøna hevur verið í sigling kring knøttin í 15 ár

 

 

Vanliga telur manningin umleið 400 sjálvboðin úr 50 londum, ongin fær løn fyri arbeiðið.

Logos Hope er sum ein lítil bygd sum flytir seg rundt heimin, umborð er alt sum hoyrir eini lítlari bygd til, har er skúli, barnagarður, matstova, banki, reingerð, renevatión, elektrikarar, smiðir, rørleggjarar timburmenn, teatur, bókasøla, café, kirkja, samkoma.

Fólk í túsundatali vitja dagliga skipið, tey koma umborð og ganga ígjøgnum eina spennandi bókasølu við 5000 titlum, og sum oftast finna tey okkurt sum tey kunnu brúka og sum kann broyta lívið hjá teimum. Síðan ganga tey ígjøgnum eina uppstilling har tey fáa evangeliði greitt frá uppá ein einklan máta, og so enda tey vitjanina á cafe’ini við einum softice og brownie og einum góðum práti afturvið.

Hetta er alt umborð á einum skipið so professionell sjóðfólk mugu til, har er skipari og 3 stýrimenn, maskinmeistari og 3 maskinmenn, dekkarar og maskinassistentar.

Tað er ein avbjóðing at fáa sjóðfólk, serliga maskinmenn, og uttan sjóðfólk við vinnubrævið so liggur skipið.

 

 

Endamálið hjá Logos Hope er at veita vitan, hjálp og vón og at røkka út til umheimin við boðskapinum um Guds kærleika og náði.

Hvussu skulu tey hoyra, uttan onkur er, sum prædikar!  Róm.10.14

 

 

Síðan 1970, tvs í yvir 50 ár hava skipini hjá OM vitja meira enn 500 havnir í fleiri enn 150 londum, og at boða gleðiboðskapin um Guðs ríki fyri fleiri enn 50 milliónum fólkum.

Í hesum tíðarskeiðinum hava fleiri enn 11.000 sjálvboðin verið til arbeiðis umborð.

Skipini hjá OM vitja vanliga 15 – 20 havnir árliga, tað minna skipið Doulos Hope røkir bara havnir í fjarðeystri.

 

 

Link til Thy Kingdom Come