Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mowi fær ikki loyvi til at vaksa í Føroyum

Jóhann Lützen

Fyritøkan Mowi hevði fegin viljað fingið eitt aliloyvi afturat, soleiðis at hon fekk samanhangandi rakstur og fekk sett øll starvsfólkini í fast starv heldur enn at muga senda tey heim við (ó)jøvnum millumbilum. Men myndugleikarnir hava higartil sýtt fyri at játta fleiri aliøki í Mowi’sa part. Her setir Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi Føroyar, orð á tann trupulleikan, og gevur eisini eitt boð upp á framtíðarútlitini fyri fyritøkuna og laksaaling sum heild.

 

(grein úr blaðnum)

 

Okkara dugnasemi eigur at koma okkum til góðar

”Tað, sum er trupulleikin hjá okkum í Mowi Føroyum, er, at vit hava bara trý aliøki. Vit hava søkt um eitt fjórða, men tað hava vit gjørt so ofta, og vit blíva við at fáa nei, tí at partabrøvini liggja í Bergen. Men vit hava veruliga brúk fyri at fáa eitt loyvi/øki afturat, soleiðis at vit kunnu fáa ein samanhangandi rakstur, og tá kann eg bjóða øllum, sum arbeiða her á virkinum, fast starv. Tað kann eg ikki í dag; eg má senda tey heim av og á ígjøgnum árið. Tað er ikki so gott”, sigur stjórin, og heldur fram:

– ”Tað gevur eisini ein hægri framleiðslukostnað, at vit hava ov lítla nøgd. Men vit klára okkum, og eg haldi eisini, at starvsfólkinum dámar væl at vera í Mowi. Men vit fáa ikki loyvi at vaksa í Føroyum, tíverri”, sigur hann.

– ”Vit hava verið í alivinnuni í Føroyum líka síðani ILA-kreppuna; vit hava verið við at lyft alt, og vit eru komin við nógvari góðari vitan. Vit hava víst í verki, at vit uppføra okkum pent, og tí haldi eg, at vit væl kundu fingið eitt loyvi afturat, men tað merkir, at har skal ein lógarbroyting til. Øll loyvini ella økini eru ikki uppbrúkt enn, og til dømis er rúm á Kaldbaksfirði. Aliloyvið til Kaldbaksfjørð liggur á borðinum hjá vinnumálaráðharranum, og tí havi eg spurt eftir fleiri ferðir, men ikki fingið tað”.

 

 

Góð útlit fyri Mowi Føroyar

Men framtíðin sær ikki so myrk út fyri Mowi Føroyar hóast alt. Tað gongur væl í føroysku alivinnuni júst nú, og alifyritøkan hevur troytt núverandi firðirnar og eru farnir meira upp á land og at økja framleiðsluna tann vegin. Men framleiðslukostnaðurin fer upp av at fara upp á land at ala, og tann bíligasti mátin at ala upp á er at seta 100-gram smolt út. Alivinnan eru farin upp á 500 gram og farast kann upp um tað, og tað økir um nøgdina, men framleiðslukostnaðurin økist, og tað kann vera, at onkur ikki verður kappingarførur, um marknaðurin verður pressaður.

 

Laksur í góðari støðu

Laksur er ein tann effektivasta framleiðslan. Fóðurfaktorurin er nærmast 1:1, t.v.s. at har skal eitt gram av fóðri til 1 gram av framleiðslu (1,05-1,1 gram fyri at vera neyvur). Verður alt tikið við, herundir eisini mjøl v.m., so eru vit kanska uppi á einum faktor 2. Til samanberingar hevur ein høsnarungi ein faktor upp á 5 og neyt uppi á 8-10. Umframt at vera mest effektivur, er laksurin eisini ein sera sunn vøra við Omega-3-feittsyrum v.m.

Tað týdningarmesta er tó tað reyða kjøtið í fiskinum, sum er sunt, og ikki kemur í trot. Neyðugt er ikki at fara út at fiska tað so hvørt; tilfeingið er til staðar í aliringunum, og meira verður alið so hvørt, og tí ber so væl til at gera langtíðaravtalur við handlar. Í ES eta tey 2 kilo av laksi um árið, og í USA 1 kilo, og upp á heimsbasis sæst, at tá fólk koma upp í miðalklassan, so eftirspyrja tey laks, og í t.d. India, Kina og Brasil gerast fólk alsamt ríkari og eftirspyrja tá meira laks. Tí ber til at blíva við at ala meira og meira, sigur Hans Jákup.

 

Góð forrætning, men uttanhýsis ávirkanir hótta

– ”Nú hevur tað verið soleiðis í fleiri ár, at vit fáa sera góðan prís um várið og tjena nógv, og um heystið er prísurin lágur og vit tjena lítið. Soleiðis hevur tað verið í eini 5-6 ár, og tað vænta vit eisini fer at halda fram. Tað er ein góð forrætning at vera í alivinnuni nú, men tað er eitt øgiligt órógv í heiminum við tveimum kríggjum, einum í Ukraina og einum í Miðeystri, Týskland er í afturgongd, støðan í Bretlandi og Fraklandi er ivasom, og alt hetta eru viðurskifti, sum vit onga ávirkan hava á, men sum kunnu gera, at eftirspurningurin fer at minka”, sigur Hans Jákup, og leggur afturat, at:

– ”Tað fer at ávirka laksaprísin, so har eru nøkur myrk skíggj og hóttanir úti í havsbrúnni. Vit hava sera stóran tørv á, at Europa koyrir, tí tað er okkara størsti marknaður. Vit hava eisini USA, Russland og Kina at dúva uppá, men tað hevur týdning, at Europa koyrir, sum tað skal, og tað er spell at síggja ringu gongdina í Týsklandi. Tað versta, sum kann henda, er at ES dettur sundur, tí tað fer at ávirka nógv skeiva vegin”, sigur stjórin við Norðlýsið at enda.