Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jóannes Bjartalíð er norskur steypavinnari

Jákup Ósá

Steypafinalan millum Molde og Fredrikstad endaði 0-0 eftir 120 minuttir. Tískil skuldi brotssparkskapping til og har vann Fredrikstad. Klaksvíkingurin, Jóannes Bjartalíð, spældi allar 120 minuttirnar og skoraði eitt av brotsspørkunum.

Fredrikstad byrjar komandi ár í 3. umfari í Europa League og hevur tí góðan møguleika at spæla seg í deildarspæl.