Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jólahald hjá KBI

Jóhann Lützen

Sangur, spurnarkapping, røst súpan og ris-a-la-mande góðu góðan hugna millum tey uppmøttu á árliga jólahaldinum hjá KBI

 

Steintór Rasmussen sang nøkur av sínum vælkendu løgum og Hans Hjalte Skaale sang somuleiðis og fortaldi fleiri góðar. 

Ræsta súpanin smakkaði sera væl og síðani var ris-a-la-mande har mandluvinningurin var sera góður – ein Metabo kappsag við borði. 

Kristian Joensen skipaði síðani fyri eini spurnarkapping har vinnandi liðið fekk karamellueskir.

Tá viðskiftafólkini komu á gátt fingu tey ein lutaseðil og drigið varð um hesar. Vinningarnir vóru trý Milwaukee teleskop arbeiðsljós.