Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Carmen fyri børn

Dávur Winther

Pixi-opera við íblástri úr kendu operuni “Carmen” eftir Bizet verður á Tjóðpallinum komandi vikuskiftið.

Á pallinum er nýggi gentuleikbólkurin hjá Opera.fo “Operetturnar”; 16 gentur í aldrinum 9-15 ár, sum spæla sjónleik og ljóðføri, syngja og dansa.

“Carmen” er ein av populerastu operunum, sum nakrantíð er skrivað, og er hon á tremur við kendum tónum, sum Habanera og Toreador – sum nú eru umyrktir til føroyskt.

Henda útgávan er tillagað til ein yngri málbólk – børn í skúlaaldri. Tó kunnu yngru børn saktans koma, saman við vaksnum.

Leikurin snýr seg um ein leikbólk, sum ferðast runt og sigur søgur um ta kendu Carmen, sum sigst hava stolið loyniligu lakrespípu-uppskriftina frá lakrespípuvirkinum, har tær allar plagdu at arbeiða.

Leikurin er uml. 35 min.

Handrit og leikstjórn: Birita Adela Davidsen

Koreografi: Diana J. Hansen

Hjálparfólk: Anny Joensen Thorsen

Plakat: Kjartan Magnussen

Myndir: HeinesenMyndir

Sýningar verða á Tjóðpalli Føroya

Leygardagin 18/1 kl. 14:00 og 15:30

Sunnudagin 19/1 kl. 14:00

Atgongumerki fáast www.atgongumerki.fo