Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Húsið millum vatna verður av ongum

Jóhann Lützen

Sáttmálin við Sp/f Buð er strikaður, tí arbeiði hevur verið ólógligt samtykti kommunustýri í Eiðis kommunu á bygarráðsfundi í gjár

 

Gamlaárskvøld gjørdi Eiðis kommuna sáttmála við Sp/f Buð um gerð av verkætlan nevnd Húsið millum vatna. Nýggja húsið skuldi verða í tveimum hæddum á umleið 450 fermetrar hvør hæddin. 

Men hetta verður nú av ongum.

Sakførarin hjá Eiðis kommunu sigur í skrivi til bygdaráðið, at arbeiði hevur verið ólógligt, tí tað ikki heldur seg til byggisamtyktina.

Tí varð sáttmálin við Sp/f Buð strikaður á bygdaráðsfundinum ígjár við 4 atkvøðum fyri og tveimum blonkum. Ein bygaráðslimur var ikki við í viðgerðini. 

Fundarfrágreiðingin sæst niðanfyri.