Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Oddur Joensen Trio í Varpinum sunnukvøldið

Jóhann Lützen

Sunnukvøldið kl.19.30 verður ein spennandi konsert í Varpinum.

 

Oddur Joensen, sum føddur og uppvaksin í Klaksvík, er ein dugnaligur gittaristur og tónleika framleiðari. Hann hevur spælt og arbeitt við artistum so sum Bárður á Lakjuni, Daniu O. Tausen, Mariannu Winther, Aggrasoppum, Vincent, Funksjón osv.

Tey seinastu trý árini hevur hann búð í Oslo, har hann hevur tikið eina bachelor í rytmiskum tónleiki, samstundis sum hann hevur virkað við einum ørgrynni av norskum artistum og spælt runt um alt Noreg og fleiri staðnis í Evropa.

Fyri tveimum árum síđani kom fyrsta heildarútgávan hjá Oddur út og síđani tá er nógv vatn runni í ánni. 

Í Varpinum sunnukvøldið 26.januar verđur høviđ at hoyra nýggj løg sum verđa á tí næsta heildarútgávu – Tónleikurin kann lýsast sum ein blanding av amerikana noir og norðurlendskum jazzi, við forteljandi melodium og spennandi samanspæli frá bólkinum.

Atgongumerki fáast til keyps á varpid.fo 

Bólkur:

  • Oddur Joensen – Gitar
  • Bárđur Reinert Poulsen – Bass
  • Per I. Højgaard Petersen – Trummir 

Eftir konsertina verður høvið at keypa LP´ina hjá Oddi “Eyes wide Open”.

Bárður Dal Christiansen hevur gjørt vakra húsan.

 

Harleyfacadeacryl