Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tjóðveldi ger hondbremsusving

Jóhann Lützen

Hyggja vit í lógina um sjófeingi, sum Høgni Hoydal skeyt upp og fekk samtykta í CEF-samgonguni í 2017, so sæst, at fyrrverandi fiskimálaráðharrin og tann núverandi eru fullkomiliga ósamdir um, hvørt veiddur fiskur eigur at verða landaður í Føroyum ella ikki. Høgni Hoydal vildi hava sum mest avreitt í Føroyum, Dennis Holm bara helvtina.

 

 

Lógin um sjófeingi frá desember í 2017, sokallaða Fiskivinnunýskipanin, sigur í §49, at ”Øll veiða á fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast um bryggjukant í Føroyum”. Landsstýrismaðurin kann tó geva undantak. Her er púra greitt, at uppskotssetandi fiskimálaráðharrin og táverandi formaðurin í Tjóðveldi ynskir, at alt, sum er veitt undir føroyskum flaggi, skal landast í Føroyum.

Grundgevingin var at verja føroysk arbeiðspláss.

Í 2019 taka Jacob Vestergaard og borgarliga samgongan so og broyta tað til, at upp til 15% kunnu landast uttanlanda. Uppskotið verður samtykt við 17 atkvøðum fyri. Eitt samt Tjóðveldi atkvøðir ímóti. Fyri ein ordans skuld skal sigast, at Dennis Holm ikki sat á tingi tá.

Tjóðveldi má tí sigast veruliga at vera snarað á tallerkinum við Dennisi Holm við róðrið, nú hann skjýtur upp, at 50% skulu kunna avreiðast uttanlanda, hóast t.d. bæði Bjarni Hammer og Jóhan Páll Joensen hava verið í miðlunum og greitt frá, at tað fer at fáa sterkar neiligar avleiðingar fyri fiskavirkisvirksemið á landi í Føroyum.

Enn vita vit tó ikki, um nýggja forkvinnan í flokkinum, ella restin av flokkinum, stuðlar sínum landsstýrismanni. Í øllum førum kunnu vit tó staðfesta, at núverandi fiskimálaráðharrin hjá Tjóðveldi hevur eina áskoðan á fiskavirking á landi í Føroyum, sum liggur sera fjar frá áskoðanini hjá undanfarna fiskimálaráðharranum hjá Tjóðveldi.