Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Nógv fólk á Búnaðarstevnuni

Jóhann Lützen

Varpið er karmur um tí 10. Búnaðarstevnuna og fyrrapartin hava verið fleiri áhugaverdar framløgur har millum annað nýggja uppskotið til landbúnaðarpolitikk hevur verið umrøtt

 

Karl Johansen, borgarstjóri setti Búnaðarstevnuna og síðani legði Høgni Hoydal nýggja landbúnaðarpolitikki fram fyri fundin. 

Dorthea Joensen frá Búnaðarstovuni hevði áhugaverda framløgu um ullamóttøku og Johnny í Grótinum umrøddi búskaparliga íkasti sum landbúnaðurin gevur. 

Vit fingu nakrar myndir frá miðmálanum og framløgurnar halda á til politiska kjakið um landbúnaðarpolitikkin verður um 16.00 tíðina.