Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Matstovurnar í Torravikuni

Dávur Winther

Vitjið matstovurnar í býnum, Amarant, Café Fríðu, Reyðleyk og Angus – eisini bjóðar Café Gloria tað stóra fiskaborðið mikudagin, og tað sama ger Tekniski Skúli leygardagin í Torravikuni.

Matstovurnar hava hópin at bjóða í Torravikuni

Angus bjóðar serliga matskrá, umframt alt hitt vanliga í Torravikuni:

Forrættur – Royktur laksur ella tempura rækjur

Høvuðsrættur – Grilaður laksur frá Bakkafrost

Desert – Súreplaterta við softice og kaffe/te

 Hetta kostar 300,-

 

Angus Steakhouse Klaksvík

Sí matskrá og bílegg borð

Serligur Torra-borðseðil

Angus.fo – 457777

 

CAFÉ FRÍÐA Hvønn dag í Torravikuni er serligur Torra-borðseðil

Munnbitar 149,-

Grillaður laksur á pinni

Kalvasalat við tara á heimabakað brotbreyð

Rækjur í minitertu

Rognakrem á keks

 

Suppa 135,-

Fríða fiskasuppa við hýsu

Laksur 169,-

Ovnbakaður, feskur laksur á brokkolisalat, nøtir og kalthevað breyð afturvið

Kalvasalat 135,-

Croissantur fylturvið

Eisini er annað mangt á borðseðlinum.

– sí Frida.fo – 333344

 

CAFÉ GLORIA Mikudagin í Torravikuni kl. 11.30 – 16.00 – TAÐ STÓRA FISKABORÐIÐ, har møgleiki verður at velja millum fleiri fiskarættir, lippur, kjálkar, knettir, frikadellur, saltfisk, feskan fisk, livur og rogn og nógv annað gott.

Góður ræstur fiskir, garnatálg, gott spik er enntá á borðseðlinum Eisini verður kaffi/te og køkur omaná

Gjald: kr. 200,-

 

TORRA SJÁLVTØKUBORÐ Á TSK kl. 11.00 – 14.00 – á MATVØRUDEILDINI

Næmingar á Matvørudeildini á TSK bjóða eitt Torra-sjálvtøkuborð við rávørum úr sjónum.

Eisini verður okkurt søtt og gott omaná

Atgongumerki til Torra-sjálvtøkuborðið á 100 kr. fáast í TSK á degnum.

 

Tær nýtist ikki at ganga svangur á Torradøgunum