Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Framsýning í Foyerini í Varpinum allar Torradagarnar

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Norðoya Listafelag varð stovnað í november 1985. Tað merkir, at Norðoya listafelag í 2025 kann hátíðarhalda sín 40 ára føðingardag.

Fyrsta framsýningin, sum felagið skipaði fyri, var í Skúlanum við Ósánna á Norðoyastevnu 1986.

Í 2016 var talan um 31. listaframsýning hjá felagnum, sum verið hevði har. Árið eftir – í 2017 yvirtók Klaksvíkar Rotaryklubbi hesa listaframsýningina, meðan Norðoya Lisatfelag gjørdi nakrar ”Summarlist” framsýningar í Posthúskjallaranum.

Vegna um- og afturatbyggingina, sum verið hevur vegna nýggja mentanarhúsið, Varpið, hevur eingin framsýning verið hjá Norðoya Listafelag fyrr enn í fjór.

Eftir ætlan skal Norðoya Listafelag hava skipaða goymslu av sínum mongu listaverkum í Varpinum. Eisini skal felagið skipa fyri skiftandi framsýningum í Varpinum. Sjálvandi eisini við øðrum verkum, enn bert hjá Norðoya Listafelag.

Norðoya Listafelag eigur væl nærri 200 listaverk, sum telur málningar, tekningar, træskurðir, bronsu-, tin-, gipsskap o.a.

Norðoya Listafelag hevur eina afturlítandi framsýning í Foyerini í Varpinum allar Torradagarnar kl. 14.00 – 16.00.

Kunna teg um Torraskránna her

 

Harleywoodpaint