Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hjalgrím fyrsti gestur í nýggju fótbóltssendingini

Jóhann Lützen

KÍ legendan Hjalgrím Elttør verður við í “Komið øll við á Djúpumýru” sendingini hjá Norðlýsinum í dag

 

Norðlýsið fer undir nýggja fótbóltssending sum vit nevna “Komið øll við á Djúpumýru”. Fótbólturin fer á rull aftur komandi vikuskifti og vit eru sjálvsagt við. 

Leisturin er Kristian Joensen sum vertur og Jákup Ósá ítróttarskrivari, umframt ein triðji gestur. Hesaferð er tað KÍ legendan Hjalgrím Elttør sum verður í studio. 

Send inn ein sms á 756565 við spurningum/viðmerkingum og ver við kapping um ein kassa frá Føroya Bjór. 

Sendingin byrjar kl. 14 og kann hoyrast við at trýsta á “Live” knøttin ovast her á síðuni til høgru ella við at lurta við á FM 98,7. Sendingin er í framhaldi av “Komið øll við” sendingini, sum byrjar kl. 13.