Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Klaksvíksráðharri umsitur 1/3 av fíggjarlógini

Jóhann Lützen

Nýtilnevndi landsstýrismaðurin í almannamálum og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu í Tjóðveldi, tók í dag við ráðharrasessinum. Tilsamans útgera almannamál og mentamál ein triðing av løgtingsfíggjarlógini

 

Spurdur um at seta nøkur orð á uppgávuna, sigur Eirikur soleiðis:

– ”Hetta verður ein ótrúliga spennandi uppgáva, sum eg taki á meg við eyðmjúkleika, og sum verður ótrúliga spennandi at umsita. Vit hava eitt samgonguskjal, sum leggur upp til at styrkja almannaøkið og mentanarøkið, og tað vóni eg, at vit koma at gera tey komandi knapt tvey árini.”, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

Hósdagin 13. mars verður nýggi almanna- og mentamálaráðharrin gestur í studio hjá Norðlýsinum, og tá fara vit uttan iva at frætta nógv meira.