Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Anna Falkenberg nýggj næstforkvinna í Sambandsflokkinum

Jóhann Lützen

Helgi Abrahamsen varð ikki afturvaldur

 

Sambandsflokkurin hevur landsfund á Salt í Suðuroy í dag. Tá næstforfólkið í Sambandsflokkinum skuldi veljast stóð valið millum Helga Abrahamsen og Annu Falkenberg. Helgi umboðar konservativu linjuna og Anna umboðar liberalu linjuna í Sambandsflokkinum

Tá atkvøðurnar vóru taldar upp hevði Anna Falkenberg fingið 20 atkvøður og Helgi Abrahamsen fingið 16 atkvøður

Sostatt er Anna Falkenberg nýggj næstforkvinna í Sambandsflokkinum.