Hákun West av Teigum er slektaður úr Klaksvík og sjálvsagt fingu okkara útsendu eina góða mynd saman við honum
Rómurin var øgiligur eftir dystin tá Føroyar vunnu 32-31 á Niðurlondum. Eftir sigurin vóru fjepparar og leikarar hvørt um annað og eitt sendilið av Klaksvíkingum funnu Hákun Vest av Teigum, hvørs ættarbond til Klaksvíkar eru at finna í Símun’sa bók.
Omma Hákun West av Teigum er fødd og uppvaksin í Klaksvík og eitur Lydia av Teigum, fødd Poulsen.



