Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Síðsti dystur hjá Team Klaksvík hetta kappingarárið er í kvøld

Jákup Ósá

Síðsti dystur hetta kappingarárið og kanska nakrantíð hjá Team Klaksvík verður í kvøld.

Team Klaksvík fær vitjan av KÍF í síðsta dystinum hjá Team Klaksvík hetta kappingarárið. Team Klaksvík endar aftast í kappingini sum nummar sjey og skal tí ikki spæla í endaspælinum. Hetta kann eisini blíva síðsti dystur hjá Team Klaksvík nakrantíð, tí nú verður arbeitt við at leggja Stjørnuna og Team Klaksvík saman í eitt felag og verður tað gjørt áðrenn komandi kappingarár, so verður hetta síðsti dystur hjá Team Klaksvík nakrantíð.

Dysturin verður leiktur í KÍ-høllini sambært Team Klaksvík og byrjar kl. 19.00.